Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-15, 25-20, 25-16)
Lagt var upp til spennandi dyst í meistaradeildini hjá monnum í gjárkvøldið, tá Mjølnir tók ímóti Fleyr.
Undan dystinum lá Mjølnir á 2. plássi, og teir skuldu helst vinna dystin fyri at halda trýstið á oddaliðið, ÍF. Mótstøðuliðið úr Fleyr lá undan dystinum á fjórða plássið, men megnaðu teir at vinna dystin, so høvdu teir lagt seg undir liðina á Mjølni á 2. plássi.
Mjølnir legði hart út
Mjølnir og Fleyr hava møtt hvørjum øðrum tvær ferðir fyrr í ár. Fyrri dysturin var allarfyrsti dysturin á árinum, og tann dystin megnaði Fleyr at vinna 3-1. Í seinna dystinum eydnaðist Mjølni at vinna 3-1, so undan hesum dystinum høvdu liðini vunnið hvør sín dyst.
Í triðja dystinum millum feløgini legði heimaliðið úr Mjølni betur fyri. Teir vunnu seg fram um Fleyr at kalla beinanvegin, og sum settið leið øktist munurin á liðunum. Tá settið var komið at enda hevði Mjølnir vunnið fyrsta sett 25-15.
Annað sett minti nógv um tað fyrsta. Hesuferð var Fleyr tó heldur betri við, men aftur í øðrum setti tóktist Mjølnir vera heldur oman á. Teir vunnu seg nøkur stig fram um Fleyr, og úrslitið av 2. setti gjørdist 25-20 til Mjølnir.
Mjølnir heldur trýstið á ÍF
Í 3. setti var munurin aftur stórur á liðunum, og enn einaferð legði Mjølnir hart út og vann seg nøkur stig fram um gestirnar úr Havnini. Sum settið leið bleiv munurin bara størri ímillum liðini, og at enda hevði Mjølnir eisini vunnið 3. sett 25-16.
Vit frætta úr Klaksvík, at Mjølnir var væl betra liðið. Teir spældu javnt væl allan dystin, og sigurin var fult uppborin.
Við sigrinum heldur Mjølnir trýstið á oddaliðið, ÍF, og munurin á liðunum er nú bara tað eina stigið. Hjá Fleyr sær hinvegin ikki so gott út. Við tapinum hava teir mist kontaktina við tey bæði oddaliðini, og einasti møguleikin hjá teimum tykist vera bronsuheiðursmerkini, sum teir enn hava ein møguleika at røkka.