Mikukvøldið var oddaliði í Eik-deildini hjá kvinnum á vitjan á Toftum. Mjølnir hevði undan dystinum bara tapt eitt sett, meðan Ternan bara hevði fingið tað eina stigi.
Og tað vóru eisini favorittarnir úr Klaksvík, sum vunnu dystin greitt. Munurin var størstur í fyrsta settið, tá Mjølnir vann 25-12. Eisini í øðrum setti og triðja setti var rímuiga greiður munur, og vann Mjølnir tey 25-16 og 25-17.
Mjølnir hevur 15 stig fyri fimm dystir. SÍ eru teimum næstar við 12 stigum fyri fimm dystir. Ternan hevur framvegis eitt stig.
- - -
Ternan – Mjølnir 0-3 (12-25, 16-25, 17-25)