Mjølnir vann í Kollafirði

Rættiliga óvæntað tóku kvinnurnar hjá Mjølni stigini við sær, tá tær vitjaðu í Kollafirði í gjárkvøldið. Talan gjørdist um 3-2 sigur til Mjølnir, sum við sigrinum vann seg upp á liðina á KÍF.

Dysturin sveiggjaði rættiliga nógv, og tvær ferðir javnaði heimaliðið settmunin, men í avgerandi løtunum vóru gestirnir tó tær stinnaru, soleiðis at tær fingu togað sær sigurin.