MJØLNIR-TB A 3-1 (11-15, 15-5, 15-9, 15-3)
Mjølnir er á veg at tryggja sær meistaraheitið í kvinnuflogbólti. Leygardagin vunnu tær dystin móti Fleyr a í Havn 3-1, og sunnudagin vunnu tær móti TB a í Klaksvík, við sama settmuni.
Tað var annars TB a, sum byrjaði dystin best. Guðrið Nolsøe, sum ikki var við leygardagin í Havn, var við í Klaksvík, og hon er sera góður styrkur á TB-liðnum.
Mjølnir var ikki í sterkastu uppstilling frá byrjan og tað gjørdi sítt til at TB fekk sítt spæl ígjøgnum. TB-kvinnurnar vunnu fyrsta sett 15-11.
Í øðrum settið tók Mjølnir leiðsluna frá byrjan og tær syrgdu við góðum móttøkum fyri, at TB ikki slapp inn aftur í dystin.
Marjun Kalsø sigur, at talan var um ein góðan dyst, hóast hann ikki var serliga spennandi. Einasti spenningur var um Mjølnir fór at klára at steðga TB, nú tvørákvinnur høvdu vunnið fyrsta sett, men tað kláraðu tær uttan stórvegis trupulleikar.
Úr Klaksvík frætta vit, at tað, sum nevnt serliga vóru móttøkurnar og ein góð verja, sum fingu gongd á spælið hjá Mjølnir.
Munurin í teimum trimum seinastu settunum var tó ikki so stórur, sum settúrslitini siga. TB fylgdi væl við í spælinum, men hevði bara ikki neyðugu eydnuna at vinna teir røttu bóltarnar.
Hjá Mjølnir gekk hinvegin sum eftir ánni, og tær fingu stig og smátt um smátt vunnu tær seg longri og longri frá TB.
Annað sett endaði við 15-5 sigri til Mjølnir.
Mjølnir helt tørn
Tá nú Mjølnir hevði fingið ferð á spælið hjá sær, so ráddi um at halda fast og tað var júst tað tær gjørdu. Gongdin í dystinum var hin sama, TB royndi av øllum alvi at fylgja við, men tær vóru alla tíðina ov stuttar.
?Gomlu? leikararnir hjá Mjølnir vístu hvør dugur var í teimum, og tað fekk eisini ferð á teir yngru leikararnar. Tina Jacobsen, Elken Matras og Sonja Ravnsfjall fingu nógva leiktíð og tær komu væl frá dystinum.
Triðja sett endaði við 15-9 sigri til Mjølnir og fjórða sett 15-3. Dysturin var lokin og tað var enn einaferð Mjølnir, sum var omaná og nú er eingin, sum kann steðga Mjølnir á teirra kós móti meistaraheitinum.