Mjølnir vann eisini kvinnudystin

Eins og hjá monnum vann Mjølnir eisini kvinnudystin ímóti Fleyr sunnudagin. Her var sama søgan sum hjá monnunum, Fleyr vann fyrsta settið, men so kom Mjølnir fyri seg, og vann trý tey næstu settini. Hóast klaksvíkskvinnur vóru nakað skerdar til dystin, so var ongin ivi um úrslitið, og vunnu tær ein greiðan 3-1 sigur.

Við sigrinum hevur liggur Mjølnir í hølinum á ÍF. Komandi vikuskiftið fær Mjølnir vitjan av ÍF, og úrslitið av tí dystinum kann væl koma at hava stóran týdning fyri hvar gullkrónurnar í meistaradeildini hjá kvinnum fara í ár.