Mjølnir-Fleyr 2-0
Tað eydnaðist heldur ikki Fleyr at leggja Mjølnir forðingar á vegnum móti meistaraheitinum. Um vikuskiftið spældu liðini bæði í Klaksvík og har varð úrslitið ? næstan sum væntað ? at Mjølnir vann ein greiðan 2-0 sigur.
Spenningurin burtur
Eins og í fjør, hevur tað ikki eydnast nøkrum av liðunum í kvinnudeildini at gera nakað við Mjølnir.
Gamaní var gongulagið ikki tað besta í fyrsta dystinum í ár, men síðani hevur eingin so mikið sum hótt dámurnar úr Klaksvík. Tær hava verið greiðir vinnarar í so at siga øllum dystunum tær hava leikt higartil í ár.
Einasta liðið, sum í løtuni kann ? teoretiskt ? hótta Mjølnir er TB, men so skal av álvara ganga av skriðuni hjá Mjølnir. Klaksvíksgenturnar eru fimm stig frammanfyri TB, og hóast tvørágentur hava leikt ein dyst færri, eru ikki útlit til at tær kunnu forða fyri at enn eitt meistaraheitið fer til Klaksvíkar.
Uppiborið
Tí er tað heldur eingin loyna, at tað er fult uppiborið, at Mjølnirkvinnurnar um ikki so langa tíð enn einaferð kunnu lata seg krúna til Føroyameistarar.
Tær hava víst størsta dirvið, besta álopsspæl og ikki minst eisini besta verjuspæl. Tí er valla nakar, sum fer at misunna teimum hetta meistaraheitið.
At Fleyr fór at taka stig frá Mjølnir var heldur ikki nakar, sum væntaði, serliga við tí spæli, sum Fleyr hevur víst í ár, í huga. Tær eru ongantíð komnar í hæddina, heldur ikki eftir at tær fingu nýggjan venjara.
Seinasta vikuskiftið vunnu tær á ÍF, men tann dysturin vísti eisini, at tað er eitt sindur millum topp og botn.