Mjølnir vann

Nakað seinkað kann besta mansliðið hjá Mjølnir nú fara í jólafrí. Upprunaliga skuldu teir um vikuskiftið spæla seinasta dystin í grundspælinum móti ÍF, men tá eingin dómari var møttur til dystin, varð hesin útsettur.
Mikukvøldið var dysturin so leiktur, men hóast seinkanina, so tóktust teir í Mjølni klárir til uppgávuna. Úrslitið gjørdist ein 3-1 sigur til klaksvíkingar, sum soleiðis hava lagt seg undir liðina á SÍ, sum tó hevur ein dyst eftir í grundspælinum.