Mjølnir togaði sigurin heim

-

Í einum tøttum dysti eydnaðist tað mansliðnum hjá Mjølnir at toga væntaða sigurin móti SÍ til høldar hóskvøldið.
Mett eftir seinastu dystunum ? vi undantakið av greriða tapinum fyri ÍF ? so mundi fáur ivast í, at klaksvíkingar vóru favorittar at vinna dystin.
Fyrsta settið tóktist alt eisini ganga eftir vild, men so byrjaðu teir á heimaliðnum at muta ímóti. Næsta settinum tóku sørvingar sær av, men hóast teir í teimum báðum næstu vóru heilt nær við, so eydnaðist teimum ikki at koppa gestunum, sum báðu ferðirnar vóru tað lítla og avgerandi pettið kaldari, tá tað veruliga stóð á.
Við sigrinum syrgdu Mjølnir fyri, at teir nú liggja heilt væl fyri í stríðnum um at gerast næstir ÍF á stigatalvuni.
Sørvingar kunnu hinvegin bert aftur staðfesta, at tað enn eina ferð gjørdist til næstan fyri teirra viðkomandi.