Mjølnir tók øll á bóli

Eingin hevði roknað við øðrum, enn at greiða oddaliðið í landskappingini skuldi vinna steypafinaluna, men Mjølnir vildi tað øðrvísi og vann 3-0 á favorittunum úr Fleyr

Menninir úr Mjølnir stóðu fyri einum bragdi í steypafinaluni hjá monnum leygadagin. Teir vóru underdogs til finaluna ímóti sterkasta mansliðnum higartil í ár  Fleyr úr Havn.
Men Mjølnir hevði fyrireikað seg sera væl til finaluna, spælararnir vóru uppsettir og stríðssinnaðir, og tað loysti seg.
Mjølnir vann nevniliga finaluna heili 3-0, og hóast talan var um trý tøtt sett, so hevði Mjølnir munin allatíðina, og teir vunnu dystin fult uppiborið.
Spælið hjá Fleyr tóktist næstan nervað av nervum, hóast spælararnir á Fleyr-liðnum hava nógvar royndir. Í øllum førum var tað ikki teirra dagur, og tí lógu teir undir í dystinum steypagullið.

Langur vegur í finaluna
Undan dystinum mundu tey flestu halda, at Fleyr fór at vinna. Sigursvanda felagið úr Havn, sum hevur havt nøkur trupul ár, hevur rættiliga mannað seg upp í ár, og liðið hevur verið tað sterkasta í landskappingini, har teir eisini liggja greitt á odda.
Mjølnir byrjaði kappingina illa, men seinastu vikurnar hevur tað gingið støðugt framá, og nú var framgongdin so stór, at liðið fyri fyrstu ferð í ár veruliga kundi matcha Fleyr.
Tað var tó um reppið, at Mjølnir als ikki kom í finaluna, tí liðið megnaði ikki at vinna Fleyr- ella Mjølnir-kappingina, tí Fleyr vann báðar. Tí spældi Mjølnir eina eykadyst ímóti SÍ um, hvat av teimum liðunum skuldi í steypafinaluna, og her vann Mjølnir.

Tóku broddin av Fleyr
Finalan var góð og tøtt, men Mjølnir hevði ein lítlan mun allan vegin. Blokkurin hjá Mjølnir riggaði væl, og liðið tóktist væl fyrireikað til at verja fyri styrkjunum hjá Fleyr.
Í álopsspælinum hjá Mjølnir vóru fleiri spælarar við. Venjarin Vladimir Vasiliev var helst besti spælarin á vøllinum, men ungir spælarar sum Jón Syderbø og Gunnar Jørgensen vístu eisini dygdir.
Fyrsta settið endaði við, at Mjølnir vann 25-22.
Í øðrum setti royndi Fleyr at koma fyri seg aftur, men góða verjuspælið hjá Mjølnir forðaði fyri, at sterkir spælarar sum Sigmund av Teigum og Borko Ilic av álvara sluppu at seta seg á dystin.
Mjølnir vann næsta settið 26-24, og so vóru kjansirnir hjá Fleyr brúktir.

Gullið heima
Nú skuldi Fleyr venda gongdini, ella var gullið gloppið teimum av hondum, og tá lá framvegis eitt sindur í luftini, at Fleyr skuldi fara at koma fyri seg í hesari finaluna.
Men soleiðis gjørdist tað bara ikki.
Mjølnir helt fram við sínum treiska og vælskipaða spæli, og eisini í triðja settinum høvdu menninir úr Klaksvík munin.
Einu løtuna var Fleyr frammanfyri við tveimum stigum  18-16  men Mjølnir legði seg fram um 20-18, og so koyrdu teir sigurin heim við einum 24-25 sigri í triðja setti.
Harvið var tann óvæntaði sigurin hjá Mjølni veruleiki. Liðið úr Klaksvík var tað besta í finaluni, og so hjálpti tað lítið, at Fleyr við sínum góðu úrslitum og royndu spælarum var favorittur undan dystinum.