Flogbóltur
TB-kvinnurnar noyddust sunnudagin at ásanna, at trøini vaksa altso ikki hægri enn til eitt víst. Eftir fimm sigrar á rað máttu tær loksins lúta fyri Mjølni á heimavøllinum í Trongisvági.
Og tá fallið kom, so var tað hart. Mjølnir vann fyrsta sett 25-20 og eisini næsta sett, sum endaði heili 25-5!
Mjølnir var klárt betri, og serliga í næsta settinum høvdu tær TB-kvinnurnar á knøunum. Tær fingu als ikki fatur á servunum hjá Marjuni Kalsø, og ein verulig eyðmýking lá í luftini.
Reistu seg
Men triðja sett háttar seg ofta soleiðis, at liðið, sum hevur vunnið tvey tey fyrstu, tekur sær eitt sindur av løttum, samstundis sum hitt liðið ger ein vørr í eini seinastu roynd at bjarga dystinum. Og soleiðis var eisini her.
TB tók sær um reiggj, og tað eydnaðist teimum akkurát at vinna triðja sett 26-24. Fjórða sett bleiv ein sannur gysari. Mjølnir vann hetta settið 28-26 og hevði tá bjargað tveimum settbóltum hjá TB. Um nú TB hevði vunnið hetta settið, er væl hugsandi, at tær eisini høvdu vunnið dystin, men tað hevði neyvan verið uppiborið, tá vit hugsa um, hvussu leikur fór í øðrum setti.
Tá líktist TB ikki nøkrum oddaliði, meðan góða gamla Mjølnir var til at kenna aftur. Tær høvdu eisini sterkastu uppstilling við sær til Suðuroyar, og tað merkir, at fleiri av teimum hava nógvar royndir av at liggja í toppinum og spæla týdningarmiklar dystir. Tað hava TB-kvinnurnar ikki, men tað skal sigast til teirra rós, at tær komu sera væl afturíaftur aftaná avsmurningin í øðrum setti. Men kanska var tað kortini royndirnar, sum fingu týdning í avgerandi løtunum.
Nýggjur spenningur
Og úrslitið hevur eisini skapt eitt sindur av spenningi í aftur kappingina. Enn er TB klárt fremst, men nú hevur Mjølnir so víst, at tað ber til at vinna á teimum. Komandi vikuskifti skal TB møta ÍF á Kambsdali í toppdysti. Og tað er eingin ivi um, at sigurin hjá Mjølni ikki hevur minkað um vónirnar hjá ÍF-kvinnunum til næsta leygardag.
Sama dag sum ÍF og TB spæla, tekur Mjølnir ímóti Fleyr í Klaksvík. Og við tí liðnum og tí stríðsandanum, sum klaksvíkskvinnurnar vístu í Trongisvági, kunnu tær sum einki nærkast toppinum aftur.
Tað er bara eitt, sum er avgjørt í kvinnudeildini. Og tað er, at einki er avgjørt enn!
Og heilt til seinast skal so nevnast, at venjarin hjá TB ikki eitur Virgar Dalsgaard, so sum vit av misgáum skrivaðu í síðstu viku. Hann eitur sjálvandi Virgar Djurhuus.










