Mjølnir í steypafinaluna

Flogbóltur: Seinnapartin sunnudagin varð semifinaludystur leiktur í steypakappingini hjá monnum. Fram og Mjølnir leiktu í Runavík. Mjølnir vann dystin 2-0 og teir eru tí til reiðar at hitta Fleyr í finaluni

Fram-Mjølnir 0-2

á uttanveltaðum vølli í Runavík


Fyri fyrstu ferð í fleiri harrans ár, skal tað aftur finnast ein almennur steypavinnari í flogbólti.

Henda kapping hevur ikki verið til síðani Fleyrkappingin varð til fyri skjótt nógvum árum síðani, og tað er ikki sørt, at tað ? millum leikarar ? hevur verið saknur í henni.

Tó so at tað nú kemur ein steypakapping, so er hon ikki skipað, sum í øðrum ítróttargreinum, tí almenna steypafinalan er ein finala millum liðini, sum hava klárað seg best í steypakappingini hjá Fleyr og hjá Mjølnir.

Hjá monnum var tað so, at Fleyr vann tær báðar kappingarnar. Men av tí at Fram var mótstøðuliðið í Havn og Mjølnir í Klaksvík, so máttu Fram og Mjølnir leika semifinaludyst sunnudagin, fyri at finna mótstøðuliðið hjá Fleyr.


Tað koyrir hjá Mjølnir

Av tí at hvørki av liðunum skuldi hava fyrimun í dystinum sunnudagin, varð hann leiktur á uttanveltaðum vølli. Høllin í Runavík, sum mangan er brúkt til landsliðsvenjingar, varð vald til leikstað, og tað var ikki illa hugsað, tí frástøðan er á leið líka long úr Havn og úr Klaksvík.

Semifinaluna vann Mjølnir greitt 2-0. Tí vera tað teir, sum skulu hitta Fleyr í steypafinaluni, sum verður leikt seinni í ár.

So tað sær út til, at tað koyrir væl hjá Mjølnir í løtuni. Fríggjakvøldið vunnu teir ruddiligan sigur á ÍF á Kambsdali, og sunnudagin endurtóku teir bragdi móti Fram.

Umframt at tað sjálvsagt er gott hjá Mjølnir at sleppa í steypafinaluna, so var dysturin sunnudagin eitt gott herðaklapp hjá Mjølnir í kappingini móti Fram, sum annars liggur tvey stig framman fyri teir í stigatalvuni. Tað verður annað av hesum liðunum, sum vinnur silvur, og tí hevur tað stóran sálarligan týdning fyri klaksvíkingarnar at vinna á havnarmonnunum.


Kærkomið høvið

Umframt tað, so er finalan, sum Mjølnir nú hevur tryggjað sær rætt til at spæla í, eitt kærkomið høvið hjá klaksvíkingum, at bøta um kappingarárið.

Tað er neyvan at taka ov rívan til, tá vit siga, at tað gekst teimum illa í hond fyrst í hesum kappingarárinum, men síðani jugoslaviski venjarin kom ti býin, hevur pípan fingið annað ljóð.

Dystirnir millum Fleyr og Mjølnir hava verið serstakliga spennandi, og tí eru útlit til, at vit fáa eina spennandi steypafinalu hjá monnum. Landskappingin er jú avgjørd ...