Mjølnir stevnir ímóti FM-finaluni

Í einum sera spennandi og jøvnum mansdysti í Gundadalshøllini í Havn kvøld vann Mjølnir 3-1 á Fleyr, og sostatt líkjast klaksvíkingar meira og meira einum FM-finalisti. Burtur sæð frá triðja setti, var eingin munur á liðunum báðum, tá Fleyr í kvøld tók ímóti Mjølnir í Gundadalshøllini. Hini trý settini máttu øll upp um 25, áðrenn avgerðin fall.

 

Fleyr byrjaði bragdliga og vann fyrsta sett 26-24, áðrenn Mjølnir svaraði aftur og vann annað sett 29-27. Hinvegin var spenningurin ikki heilt tann sami í triðja setti, sum endaði 25-18 til Mjølnir.

 

Men í fjórða setti livnaði dysturin aftur, og tá tað kom til stykkis, mátti Mjølnir stríða seg ígjøgnum fimm sett- og dystarbóltar, áðrenn tað eydnaðist at vinna settið 29-27 og dystin 3-1.

 

Hetta merkir, at nú er Mjølnir næstfremst í Eik-liguni hjá monnum. ÍF hevur 18 stig, Mjølnir 11, SÍ 10, Fleyr 9 og TB enn einki stig. Enn er einki avgjørt, men Mjølnir eigur ein dyst á og kann meira ella minni avgera sína egnu lagnu í oddastríðnum.