Mjølnir skuldi stríðast fyri sigrinum

Mjølnir tryggjaði sær silvur, og ÍF misti møguleikan fyri bronsu, tá ið Mjølnir vann 3-2 á ÍF í KÍ-høllini í gjárkvøldið

Flogbóltur

Seinastu avgerðirnar í toppinum í meistaradeildini hjá monnum fullu í gjárkvøldið. Dysturin ímillum Mjølnir og ÍF var avgerandi fyri, hvørji lið skuldu hava møguleikan at vinna silvur og bronsu í seinasta umfarinum, sum verður um vikuskiftið.
Kravið hjá ÍF var, at liðið vann á Mjølnir, tí so høvdu fuglfirðingar møguleikan at vinna bronsu, meðan teir góvu SÍ enn ein møguleika at fáa Mjølnir aftur í kappingini um silvurið.
Men tað endaði við, at Mjølnir vann tann javna og spennandi dystin við settmuninum 3-2. Dysturin í KÍ-høllini gjørdist drúgvur og spennandi, men tá ið hann varð liðugur, var tað greitt, at Mjølnir hevur vunnið silvur og SÍ hevur vunnið bronsu.
Hetta kunnu dystirnir í seinasta umfari um vikuskiftið ikki broyta. Tað stendur eisini fast, at Nøvan, sum einki sett hevur vunnið í hesum kappingarárinum, endar niðast í meistaradeildini.