Mjølnir-SÍ 3-0: Avgerandi bóltarnir og samrøður (FM1)

(FM1) Thorvald Danielsen fegnast um at vinna á degnum Mjølnir hevur 40 ára hald

Mjølnir er greitt á odda í meistaradeildini hjá monnum aftaná trygga 3-0 heimasigurin á SÍ í Badmintonhøllini í Klaksvík.

 

Settmunurin var 25-19, 25-14 og 25-15.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr Gaja í Brekkuni, ið var viðmerkjari taka samanum aftaná settini.

 

2) Hoyr Óla og Gaja práta um 40 ára haldið hjá Mjølnir.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Teit Andersen, leikandi venjara hjá SÍ.

 

4) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Thorvald Danielsen hjá Mjølnir sum fegnast um, at bæði meistaradeildarliðini hjá Mjølnir vunnu á degnum tá felagið hátíðarheldur tey fyrstu 40 árini. 

 

Mjølnir er greitt oddalið í meistaradeildini hjá monnum við 18 stigum. SÍ er nummar tvey við átta stigum, Fleyr er nummar trý við sjey stigum og ÍF er aftast við ongum stigi.