Mjølnir og SÍ í finaluni

Eftir at SÍ í gjárkvøldið vann á Fleyr, er greitt, at SÍ saman við Mjølnir kemur í FM-finalurnar hjá monnum, meðan Fleyr má taka til takkar við bronsuni

Flogbóltur

Tendensurin hevur verið tann vegin í allan vetur, men í gjárkvøldið gjørdist tað endaliga greitt, at tað verða Mjølnir og SÍ, sum skulu spæla FM-finalurnar í Eik-liguni hjá monnum. Hetta, tí SÍ í gjárkvøldið vann á Fleyr, sum tí hevur mist møguleikan at fáa annað av teimum báðum fremru liðunum aftur.
Framvegis skulu írestandi dystirnir sjálvandi spælast, tí tað er ikki líkamikið, hvat av teimum báðum finalukláru liðunum endar fremst í landskappingini. Spælast skulu fyrst tvær FM-finalur á uttanveltaðum vølli, men verður neyðugt við einari triðju finalu, fær tað liðið heimavøll, sum endaði sum nummar eitt í sjálvari landskappingini.
Tað vil siga, at enn stendur púra opið, um tað verður SÍ ella Mjølnir, tí liðini hava ávikavist tríggjar og fýra dystir eftir at spæla – harav ein er teirra millum. Hinvegin kundi Fleyr fyri tað longu fingið bronsuna handaða, tí tað plássið broytist ikki. Fleyr kann ikki fáa liðini frammanfyri aftur, samstundis sum ÍF á botnplássinum heldur ikki kann fáa Fleyr aftur.
Í allan vetur hevur Fleyr verið tað minst støðuga av teimum trimum fremstu, umframt at eydnan heldur ikki hevur verið við, tá talan hevur verið um heilt javnar dystir. Fleyr hevur fimm ferðir spælt fimmsettarar ímóti Mjølnir og SÍ, og bara ta einu ferðina hevur Fleyr vunnið.
At klaksvíkingar og sørvingar hava verið teir stinnastu í vetur, verður eisini undirstrikað av, at júst hesi bæði liðini eisini hittast í steypafinaluni hjá monnum, sum verður um eina góða viku. So fáa vit at síggja, um annað liðið fer avstað við greipuni ella um tey koma at býta steypið og føroyameistaraheitið ímillum sín.