Flogbóltur
Tað vóru dagar, tá ið Mjølnir og Fleyr kappaðust um føroyameitaraheiti í kvinnuflogbólti. Í ár er støðan ein onnur. Fleyr spælir í næstbestu deildini, og Mjølnir liggur aftast í meistaradeildini.
Reglarnar siga, at eingin beinleiðis niðurflyting er, men aftasta liðið í meistaradeildini skal spæla uppflytingardyst ímóti besta liðnum í 1. deild, og hesin dysturin verður í ár ímillum Mjølnir og Fleyr.
Mjølnir var rættiliga við í toppinum í kvinnuflogbólti í fjør, men Klaksvíksfelagið er við at byggja eitt nýtt lið upp við ungum spælarum úr felagnum, og hetta tekur nakað av tíð.
Avgerandi dysturin um, hvørt tað verður Mjølnir, sum yvirlivir í meistaradeildini, ella um tað verður Fleyr, sum skal flyta upp, verður í ítróttarhøllini á Kambsdali týskvøldið 21. mars kl. 19.45