Fyrst spældu menninir leygarkvøldið, tá ÍF og Fleyr møttust á Kambsdali, og hóast ÍF vann 3-0, gjørdist talan um ein dyst, har tað var hampuliga javnt í fyrsta og triðja setti, tí har vann ÍF ávikavist 25-21 og 25-23. Men í øðrum setti var Fleyr púra fyri ongum, so ÍF lættliga vann tað 25-10.
Skal nøkur niðurstøða gerast, má hon vera, at ÍF framvegis er greiður favorittur undan aðru FM-finaluni, men at Fleyr framvegis hevur møguleika at gera ein vørr – men altso skal vinna tvær ferðir á ÍF, sum jú longu hevur tikið fyrsta stikkið av í minsta lagi tveimum møguligum.
Vinnur ÍF aðru FM-finaluna, eru fuglfirðingar føroyameistarar, tí ein triði dystur kemur bara upp á tal, um tað stendur á jøvnum í dystum eftir teir báðar fyrstu.
Sama ger seg sjálvandi galdandi hjá kvinnunum, har Mjølnir og Fleyr spældu í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár. Mjølnir vann 3-1 og mátti sostatt lata eitt sett í fyrstu FM-finaluni ímóti Fleyr, sum vann 25-21 í triðja setti. Mjølnir vann 25-18 og 25-14 í teimum báðum fyrstu, og reistist eftir tapta triðja settið við at vinna 25-19 í tí fjórða.
Tað, at Fleyr megnaði at vinna eitt sett í fyrstu finaluni, gevur kanska vónir um eina javnari finalu, tá liðini møtast aftur leygardagin, tí tá verður spælt í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. So er spurningurin, um tað er nóg mikið av einum heimavølli til at lyfta Fleyr, ella um Mjølnir følir seg væl í høllini, har liðið hevur vunnið fýra tær síðstu steypafinalurnar – og enntá í ár ímóti júst Fleyr.
Aðru FM-finalurnar leygardagin 5. apríl verða spældar soleiðis, at klokkan 13 spæla kvinnurnar hjá Mjølni og Fleyr og klokkan 15 spæla menninir hjá ÍF og Fleyr. Verður neyðugt við eini triðju finalu, spæla kvinnurnar sunnudagin 6. apríl klokkan 15 og menninir klokkan 17.