Mjølnir og ÍF eru favorittar

Í hesum døgum er ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um FM-finalurnar í flogbólti, bæði í teimum yngru og eldru deildunum. Ì dag verða fleiri finalur í teimum yngru deildunum á skránni.

 

Seinnapartin fekk Rás2 orðið á formannin í Flogbóltsambandi Føroya. Magnus Tausen fegnaðist um tær góðu rammurnar í ítróttarhøllini í Trongisvági, og hann fegnaðist eisini um tað frálíka spælið, sum tey yngru høvdu víst í FM-finalunum.

 

Í morgin klokkan 13 verður so onnur FM-finalan hjá kvinnum millum Mjølnir og SÍ. Magnus heldur, at her er Mjølnir ein rættiliga greiður favorittur. SÍ manglar eisini lyklaspælarar, og tað ger ikki uppgávuna lættari hjá SÍ. Mjølnir vann 3-0 á SÍ í tí fyrstu FM-finaluni norðuri í Klaksvík.

 

Í morgin klokkan 15.30 verður so onnur FM-finalan hjá monnum millum ÌF og SÌ. Eisini her heldur Magnus, at talan er um eina greiða favorittstøðu til ÌF. ÌF vann 3-1 á SÍ í tí fyrstu FM-finaluni á Kambsdali hóskvøldið.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Magnus Tausen undir greinini.