Gjøgnum alt kappingarárið hava tað verið kvinnurnar úr Sørvági, ið hava átt oddasessin, men nú tær snávaðu á útivølli ímóti Fleyr, gjørdi klaksvíkskvinnur sær dælt av støðuni og løgdu seg á odda í kvinnukappingini, tá Mjølnir vann ein tryggan 3-0 sigur á TB.
Mjølnir hevur alla tíðina ligið beint aftan fyri SÍ og lúrt, og nú tveir av dystunum í hesum umfarinum vóru millum fýra av teimum fremstu liðunum, kann ikki sigast annað, enn at Mjølnir og Fleyr komu best burtur úr tí. Bæði Mjølnir og Fleyr yvirhálaðu SÍ, ið ikki hevur líka góðan settmun, men øll trý liðini hava nú 18 stig í part.
Mjølnir hevði hesa ferð TB á vitjan, og undan dystinum kundi roknast við hvørjum sum helst, tí TB hevur ofta ligið eitt sindur aftan fyri hini, men síðani krøkt seg framum í evstu løtu. Soleiðis í fjør, tá TB megnaði at vinna seg í FM-finalurnar heilt ímóti endanum.
Men líka so opin, sum dysturin kundi síggja út frammanundan, gjørdist hann avgjørt ikki. Mjølnir kom kanska ikki í gongd beinanvegin, men so skjótt sum klaksvíkskvinnur høvdu fingið fótin fyri seg, lótu tær lítlan og ongan iva vera um, hvønn veg dysturin fór.
Mjølnir spældi væl, uttan tó at spæla upp til sítt allarbesta, men tað rakk væl og virðiliga til ein sigur, har TB ikki fekk nakað sett og heldur ikki serliga nógv annað. Tvørakvinnur megnaðu ikki av álvara at hótta, tí tað var ikki nóg mikið, at Gudrid Nolsøe gekk undan, tá hinar ikki kláraðu at koma aftaná.
Bæði kantur og miðja riggaðu væl hjá Mjølnir, sum í løtuni ikki sær út, sum er ætlanin at fara úr oddasessinum í bræði. Men kappingin verður hørð, tí einki av liðunum er so avgerandi støðugt, so enn kann kortini nógv henda í kvinnukappingini, har fleiri eru um boðið.