Mjølnir mundi tikið SÍ

Fimm sett máttu til, áðrenn sørvágskvinnur kundu kanna sær sigurin í Klaksvík, har tær meginpartin av fimta setti vóru aftanfyri og tí tað sama kundu tapt

FLOGBÓLTUR

Mjølnir-SÍ 2-3
(25-20, 25-23, 22-25, 16-25, 15-17)

Higartil eru 30 dystir spældir í Eikliguni hjá kvinnum, men synd er at siga, at nógvir teirra hava verið spennandi. Undantakið var dysturin í Badmintonhøllini í Klaksvík í gjár, sum endaði við at gerast bert annar fimmsettarin í kvinnukappingini higartil.
Mjølnir, sum leingi hevur ligið og andað SÍ í nakkan, tók ímóti oddaliðnum, ið undan hesum dystinum ikki enn hevði tapt – og enntá bara hevði sett eitt sett til í teimum átta undanfarnu dystunum!
Samstundis sum fleiri av liðunum niðanfyri hava havt hug at nærkast, lá helst eitt sindur størri trýst á herðunum á klaksvíkskvinnunum, ið hava tikið seg støðugt fram. Men tað skuldi vísa seg, at á vøllinum sóu tær hjá SÍ meira út til at vera niðurboygdar av trýsti.
Alt kappingarárið hava tær bíðað eftir, at okkurt av hinum liðunum av álvara fór at geva teimum mótstøðu. Og tá tað so endiliga hendi, kom tað dátt við, tí SÍ sá fyri ein stóran part ikki út til at hava munin á Mjølnir – og tað var eisini um reppið, at SÍ tapti.
Í fyrsta setti legði Mjølnir bragdliga út og kom á odda 18-13, áðrenn SÍ svaraði aftur og kom upp á 19-19, tá Mjølnir raknaði við aftur og koyrdi setti heim. Hinvegin var SÍ sannførandi á odda heili 17-11 í øðrum setti, men megnaði allíkavæl at tapa tað.

Bardu seg innaftur
Í teimum báðum fyrstu settunum var dysturin nógv merktur av, at liðini stríddust um hvønn einasta bólt, og so var eisini í triðja setti, tá SÍ hevði settbólt við leiðsluni 24-17, men tó mátti bíða fimm bóltar, áðrenn settið varð vunnið. Í fjórða setti var SÍ á odda allan vegin og vann greitt.
Serliga vóru kvinnurnar báðu megin netið ídnar á gólvinum, har allar ofraðu seg heilhjartað fyri at fáa bóltarnar uppaftur, og av tí sama spurdust eisini fleiri góðar duellir burturúr, ið gjørdu tað stak undirhaldandi at vera áskoðari til dystin.
Við støðuni 2-2 í settum var lagt upp til eitt brak av einum fimta setti, og tað gjørdist tað eisini. Liðini fylgdust fyrstu bóltarnar, men so dró Mjølnir frá og sá leingi út til at vera fyrsta liðið, ið skuldi senda SÍ heimaftur sum av torvheiðum.
Spakuliga bardi SÍ seg kortini innaftur, sum settinum leið. Mjølnir hevði settbólt við støðuni 14-13, men SÍ fekk javnað, og so gjørdust tað í staðin gestirnir, ið struku avstað við øllum í evstu løtu.
Dysturin vardi í hálvantriðja tíma, og hóast spælið kanska ikki altíð var so gott, vigaði stríðsviljin hjá báðum pørtum til fulnar upp ímóti tí, so talan gjørdist veruliga um eina toppuppgerð, ið vísti, at hini liðini skulu gera sær ómak, skulu tey forða fyri, at FM-finalurnar í vár verða millum júst Mjølnir og SÍ.