Mjølnir livir í vónini

Leygardagin tekur Mjølnir ímóti botnliðnum, SÍ, í meistaradeildini hjá monnum.

Fyri tveimum vikum síðani tapti Mjølnir avgerandi toppdystin ímóti ÍF í landskappingini, og tí er ikki líkt til, at Mjølnir fer at fá ÍF aftur. Mjølnir hevur tó enn ein lítlan møguleika at fáa fuglfirðingarnar aftur, men til tað krevst, at ÍF tapir báðar sínar dystir, sum eftir eru, meðan Mjølnir vinnur sínar. Um etta skal lata seg gera hjá Mjølni, so skal dysturin ímóti SÍ vinnast.