Kvinnuflogbóltur
Stóri dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið var í Klaksvík, har ÍF vitjaði hjá Mjølni. Eftir at tær annars høvdu tapt fyri Drátti, gjørdu ÍF eitt ordans hál í Trongisvági seinasta vikuskifti, tá tær vunnu 3-0 á TB, og sunnudagin prógvaðu tær, at tann sigurin so avgjørt ikki var av tilvild.
Í einum dysti, har Mjølnir annars tók sær av fyrsta settinum, vóru tað nevnliga gestirnir, sum settu seg á tað heila, og við trimum tryggum sett-sigrum syrgdu tær fyri, at Mjølnir í øllum førum ikki enn kann rópa seg FM-biðil, tó at tær als ikki kunnu avskrivast í so máta enn.
Hóast sigurin hjá ÍF í Klaksvík, so førdi vikuskiftið við sær, at TB nú aftur er á odda. TB vann nevnliga sín dyst í Havn móti Fleyr við trimum settum móti ongum, og sostatt eru tær nú eitt sett betri enn ÍF.
Hóast TB hevur havt sínar trupulleikar, eins og ein ávís framgongd hevur verið at hóma hjá Fleyr, so var ongan tíð nakar ivi um, hvat liðið var hitt betra leygardagin. TB snøgt sagt vant burtur úr mótstøðuni, og tó at settúrslitini ikki øll vóru eins sannførandi, so var talan ongan tíð um nakran veruligan spenning um útfallið.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum um vikuskiftið var í Hoyvíkarhøllini, har Dráttur vitjaði. Eftir heldur laka úrtøku fyrru hevlt av grundspælinum fekk Dráttur nakað av flogið við sigrinum á ÍF, og sunnudagin syrgdu tæi, at tær framvegis eiga at roknast við, tá tosað verður um heiðursmkeri. Við 3-1 sigrinum vann Drátur seg nevnliga upp á sama stigatal sum Mjølnir, og tá stigini verða hálverað í endaspælinum verður munurin millum fýra tey fremstu soleiðis heilt lítil.