Mjølnir koppaði oddaliðnum (Hæddarpunkt frá FM1)

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Hilmar Jan Hansen segði frá avgerandi bóltunum Fleyr-Mjølnir 1-3

Fleyr er ikki longur eitt ósigrað lið í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti.

 

Heldur óvæntað vann Mjølnir á útivølli í høllini á Hálsi í Havn 3-1 á Fleyr.

 

Settmunurin var 23-25, 25-22, 17-25 og 25-27

 

Í Kollafirði vann KÍF 3-2 á SÍ, ið eisini var eitt sindur óvæntað. Settmunurin var 25-21, 19-25, 25-21, 20-25 og 17-15

 

Fleyr er á odda við 22 stigum. SÍ er nummar tvey við 20 stigum, Mjølnir er nummar trý við 12 stigum og KÍF er nummar fýra við 11 stigum. TB hevur níggju stig á fimta plássi. Dráttur er aftast við einum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. 

 

HERber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen gjørdi við teir báðar venjararnar, Marjuna Kalsø (Mjølnir) og Kristian Mikkelsen (Fleyr).