Mjølnir koppaði Fleyr

Tað eydnaðist klaksvíkskvinnum at vinna framskundaða dystin ímóti Fleyr í gjárkvøldið, og tí er Mjølnir við í kappingini um heiðursmerki.

Kappingin í Eikliguni hjá kvinnum í flogbólti er framvegis jøvn og spennandi, tá talan er um silvur- og bronsuheiðursmerkini, sum einki av liðunum enn kann kanna sær fyri fult. Og framvegis eru fýra lið við í kappingini um tvey sett av heiðursmerkjum.

Í gjárkvøldið tók Mjølnir ímóti Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík, og tað gjørdist til ein spennandi dyst, ið kravdi fimm sett, áðrenn greitt var, at heimaliðið stóð eftir sum vinnari. Júst tað úrslitið ger bara kvinnukappingina enn meira spennandi.

Liðini skiftust um at vinna tey fyrstu settini. Fyrst vann Fleyr 25-18, síðani Mjølnir 25-19 og so aftur Fleyr 25-21, áðrenn mest spennandi løtan í dystinum kom. Fjórða sett gjørdist ein kampur um hvønn bólt ímóti endanum, og Fleyr hevði tvær ferðir sett- og matsjbólt, meðan Mjølnir í sínum lagi tríggjar ferðir hevði møguleikan at vinna settið – og at enda eisini gjørdi tað, 27-25.

Sostatt gjørdist neyðugt við einum fimta setti, men tað gjørdist ikki heilt so spennandi, sum fjórða settið kundi givið ábendingar um. Mjølnir kom eitt fitt petti framum, men Fleyr hevði hug at nærkast, áðrenn Fleyr at enda vann 15-12.

At hetta var ein dystur, sum báðir partar vildu gera alt fyri at vinna, var einki at ivast í, men tað gekk tó ikki út yvir dygdina á spælinum – tvørturímóti. Tá liðini spældu upp til sítt besta, var talan um fínan flogbólt.

SÍ, sum hevur ein dyst eftir, er longu meistari og hevur 19 stig. Fleyr er framvegis nummar tvey við 13 stigum, men nú hava bæði Mjølnir og ÍF 12 stig, meðan Dráttur er á fimta plássi við 11 stigum. KÍF hevur sjey stig og TB einki stig.