Mjølnir koppaði ÍF

Menninir hjá Mjølni stóðu fyri mest óvæntaða úrslitinum um vikuskiftið, tá teir á heima­vølli vunnu 3-1 á greipuvinnarunum úr ÍF

Hjá kvinnunum var einki var at rafla um um vikuskiftið, tí dyst­ir­nir endaðu allir við 3-0 sigrum, og millum annað vunnu FM-finalist­arnir síðsta kappingarár sínar dystir, so nógv bendir á, at Mjølnir og Fleyr eru størstu favorittarnir, nú liðini á stigatalvuni hava lagt sjógv millum seg og hini.
Kortini var í tí eina dystinum um vikuskiftið sera lítil munur á liðunum, tí hóast Mjølnir leygar­dagin vann øll trý settini ímóti SÍ, so var munurin sera lítil allan vegin ígjøgnum. Men Mjølnir hevði munin, og tað vísir eisini styrki, at eitt lið eisini greiðir setningin, tá mótstøðan er stór og lítið skal til, at tað kann koppa hinvegin.
Ternan, sum bara spælir annað kappingarárið yvirhøvur í bestu kvinnudeildini, telist millum trý lið við fýra stigum, nú tað á útivølli í Trongisvági eydnaðist at vinna á TB, sum enn eina ferð byrjar kapp­ingina sera illa. ÍF hevur sæð út sum ein møguligur avbjóðari, men Fleyr gjørdi fyribils av við hesa myndina, tá ein greiður 3-0 sigur varð vunnin.

Óvæntað úrslit
Mest óvæntaða flogbóltsúrslitið um viku­skiftið kom í Klaksvík, har tað eydnaðist Mjølni at basa ÍF, sum aftur í ár er stórfavorittur til meistaraheitið. Ikki tí, at nógvir av dystunum síðsta kappingarár vóru sera tættir millum feløgini bæði, ið eisini spældu FM-finalurnar, men Mjølnir hevur bara ikki sæð út av tí stóra. Tí var 3-1 sigurin í Bad­mintonhøllini í Klaksvík helst nakað, tey fægstu høvdu væntað, men samstundis boðar slíkt frá ein­ari kanska betri og enn meira spenn­andi kapping hjá monnunum henda veturin.
SÍ, sum vitjaði TB í Trongisvági í gjár, gjørdi sína skyldu og vann 3-0 við rímiliga sannførandi sett­úrslitum.