Flogbóltur
Tað er mest sum tann umvenda verð í føroyskum kvinnuflogbólti. Higartil í ár hava tey bæði vágaliðini, Dráttur og SÍ, skúmað avstað við fullari ferð, og tó at tey ikki spældu hetta vikuksiftið, so halda tey enn fast um oddasessirnar.
Hetta høvið nýtti TB til at troka seg fram á talvuni, soleiðis at tær nú eru fremtsu avbjóðararnir hjá teimum báðum fremstu liðunum. TB hevði vitjan av Mjølni, og her sást sjón fyri søgn, at Mjølnir í løtuni ikki eru tað, sum tær áður hava verið. Nýtt fólk verður nú sett við á liðnum, sum hevur vunnið so nógv gjøgnum árini, og tí eru boðini heilt greitt, at enn skal ikki roknast við tí heilt stóra.
Mjølnir kom tó eisini á talvuna, tá tær um vikuskiftið høvdu vitjan av KÍF. Talan var fyri tað nógva um ein sera spennandi dyst, men eftir at Mjølnir tók sera spennandi triða settið, tóktust gestirnir at knekka.
Og heldur ikki í Fuglafirði fekk KÍF nakað burturúr. Her var annars enn tættari, tí dysturin mátti út í fimm sett, áðrenn ein avgerð varð funnin. Men eins og í Klaksvík, so stóð avrikið hjá KÍF ikki mát, tá seinastu settini komu. Fjórða settið vann ÍF sera greitt, og tó at KÍF aftur spraklaði nakað í seinasta settinum, so var hetta ov lítið, til at tað veruliga munaði.