Vikuskiftið 5.-6. januar skipar Mjølnir fyri árligu Mjølnirkappingini fyri eldri deildir. Kappingin fer fram í KÍ-høllini, fimleikarhallunum og í Badmintonhøllini. Umleið 40 lið eru tilmeldað, og vinnararnir av 1. og 2. deild verða funnir leygardagin. Sunnudagin verða finalurnar í meistaradeildini monnum og kvinnum spældar í Badmintonhøllini. Kvinnurnar spæla kl. 14.00 og menninir kl. 16.00. Vinnararnir av finalunum kunnu fáa atgongd til steypafinalurnar í februar. Hetta veldst eisini um, um sama liðið, sum vann Fleyr-kappingina fyrr í kappingarárinum eisini vinnur Mjølnir-kappingina. Hinir finalistarnir eru ÍF hjá kvinnum og SÍ hjá monnum. Hetta tí at hesi feløg lógu á odda í landskappingini, tá fyrra helvtin var spæld.