Mjølnir-kapping fyri tey yngru

-

Eftir at tey vaksnu fyri viku síðani dystaðust í árligu Mjølnir-kappingini, er túrurin nú komin til yngru liðini.
Hóast talið av luttakarum í ár er eitt vet lægri, enn tað var seinasta ár, so er talan um somikið nógv lið, at kappingin verður løgd yvir tvey vikuskifti. Komandi vikuskiftið verður kappast hjá teimum 12 ára gomlu og í unglingadeildunum, meðan hinar deildirnar hava eina viku afturat at fyrireika seg í.