Mjølnir kann vinna greipuna í morgin

Mjølnir stevnir móti greipuni. Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu fyrstu finaluna um føroyameistaraheitið.

Mjølnir vann 3-1 á Fleyr.

 

Dysturin var sera tættur, men klaksvíkskvinnur dugdu betri at handfara trýstið.

 

Fleyr hevur annars havt munin í innanhýsis dystunum í vetur. Fleyr vann tveir av landskappingardystunum millum liðini, og Mjølnir vann ein.

 

Mjølnir kann vinna føroyameistaraheitið, tá seinna finalan verður avgreidd í morgin. Vinnur Fleyr, verður ein triðja og avgerandi finala spæld leygardagin 2. apríl í Havn, tí Fleyr var fremst á stigatalvuni í landskappingini.

 

 

Fleyr - Mjølnir 1-3 (21-25, 24-26, 25-23, 21-25)