Flogbóltur
Tað er einki at ivast í, at hópur av klaksvíkinguum fer at leggja leiðina í Vágoynna sunnudagin.
Bæði kvinnur og menn hjá Mjølni skulu spæla dystir, sum lættliga kunnu gerast avgerandi fyri gullmerkini, og serliga hjá kvinnunum er spenningurin stórur.
Júst Dráttur var liðið, sum av álvara spældi trumfin í gullstríðnum yvir til Mjølnir, tá tær vunnu heimadystin móti TB, og nú er so spurningurin, um Mjølnir detta í somu grøvina, ella um tær megna at taka stikkið heim. Gaman í eru ikki allar súður syftar, um Mjølnir, men tað skal ikki roknast við, at tær fara at kiksa í øðrum dystum, so fyri leikararnar man hetta í nógvar mátar vera at rokna sum gulldystur.
TB spælir um sama mundi á Kambsdali móti ÍF, og sum so eru ikki teir stóru valmøguleikarnir hjá TB. Tær skulu bara syrgja fyri at vinna sínar dystir og annars bíða eftir Mjølni. Og tó at ÍF onkra tíð hevur argað, so eigur góðskan á TB liðnum at vera somikið góð, at hetta ikki verður enn ein snávingarsteinur hjá teimum.
Barometrið í Sørvági
Hjá monnunum er somuleiðis spenningur í luftini, tá Mjølnir vitjar hjá SÍ.
Her er gullið kanska ikki eins nær, tí Mjølnir skal á seinasta leikdegi vitja hjá ÍF, og tí kann hesin dysturin ikki sigast at vera avgerandi fyri oddastríðið, soleiðis sum vit av misgávum skrivaðu seinasta týsdag..
Men tað skerst ikki burtur, at hetta er eitt gott barometur hjá Mjølni at máta styrkina eftir, nú stórdysturin móti ÍF nærkast í hvørjum. ÍF vann seinsta vikuskifti 3-0 í Sørvági, og tó at fleiri ferðir rann um snarið í tí dystinum, so vísti seinasta settið kanska, at SÍ ikki í nóg stóran mun megnar at halda dampinum gjøgnum heilan dyst. Júst tann eginleikin er nakað, sum Mjølnir hevur sýnt nógv av í árinum, og so er spurningurin, hvørt teir einaferð afturat prógvað, at so er.
Hin dysturin hjá monnunum verður í Havn, har Fleyr skal royna at vinna sær næsta sigurin á árinum, tá teir hesaferð eiga heimavøll móti Fram. Hesi bæði liðini hava í ár ikki havt nakað at siga í oddinum, og tí man dysturin einamest snúgva seg um, hvør skal arga hvønn í høvuðsstaðnum komandi summarið.









