Mjølnir kann næstan tryggja sær gullið

Sunnudagin verður ein endurtøka av steypafinaluni hjá kvinnum, tá ið TB og Mjølnir bresta saman í Trongisvági. Vinnur Mjølnir dystin hava tær nærum tryggjað sær gullið í ár.

Uttan iva verða leikararnir á heimaliðnum, TB, ógvuliga uppsettar at vaska steypaósigurin av sær, men tær eru eisini fullgreiðar yvir, at skulu tær koppa Mjølnir, so er neyðugt, at tær spæla upp til sítt allarbesta.
 
Stórur munur í finaluni
Í steypafinaluni var rættuliga stórur munur á liðunum báðum, men ofta verður sagt, at eitt lið, sum gerst steypavinnari, spælir illa í fyrsta dystinum eftir finaluna. Tað kunnu tær hjá TB so vóna, og tað sama gera óivað eisini leikararnir hjá Drátti.
Dráttur, sum ikki skal í dyst í vikuskiftinum, hevur enn møguleikan at gerast føroyameistari, men um so skal verða, er tað næstan neyðugt, at TB vinnur á Mjølnir sunnudagin. Dráttur er eitt stig aftan fyri TB og trý aftan fyri Mjølnir. Bæði TB og Mjølnir hava eftir at spæla móti Drátti á Giljanesi.
Tað verða óivað nógvir áskoðarar til dystin í Trongisvági sunnudagin, og nógv tvøráfólk eru óivað sera spent til dystin.
Hin dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum hetta vikuskifti verður á Kambsdali, har ÍF fær vitjan av KÍF. Hetta er ein dystur millum tvey av lægru liðunum í deildini, men ÍF má metast sum favorittur.