Mjølnir jagstrar finaluna

Undan dystinum stóð á jøvnum millum Mjølnir og Fleyr, men við kærkomna heimasigrinum staðfestu kvinnurnar hjá Mjølnir, at liðið aftur er komið á slóðina

Flogbóltur

Tá Mjølnir og Fleyr fyri góðari viku síðani møttust í hálvfinaluni í Føroya Banka-kappingini, var tað Fleyr, sum hevði munin og vann. Men í gjár, tá liðini møttust í Eik-liguni, var vent í holuni, tí hesa ferð gjørdist Mjølnir drúgvara liðið.
Í fyrsta setti var Mjølnir á odda til miðskeiðis í settinum, tá støðan var 12-9, men næstu løtuna vann Fleyr 11 bóltar og Mjølnir bara vann tveir. Fleyr megnaði at halda leiðsluna og fór avstað við settinum.
Eisini í øðrum setti byrjaði Mjølnir betur, men hesa ferð var eingin slingur í valsinum, so Fleyr skuldi sleppa upp í part, og so var støðan 1-1 í settum. Líka so javnt var tað eisini leingi í triðja setti. Men aftan á 15-15 slapp Mjølnir avstað og vann settið.
Nú skuldi Mjølnir bara vinna eitt sett aftrat og var eisini væl á veg, tá Fleyr svaraði aftur og kom upp á javnt. Men Mjølnir, sum yvirhøvur spældi ein góðan dyst, hevði munin í avgerandi løtunum, og tí eydnaðist at vinna triðja settið og dystin.
Sigurin merkir, at Mjølnir framvegis fylgir væl við TB, sum í løtuni er størsti avbjóðarin hjá TB. Hinvegin mundi tað kennast tungt hjá Fleyr at missa eitt fet í finalukappingini, samstundis sum kvinnurnar úr Havn nú hava tapt tríggjar týðandi dystir á rað.