Mjølnir hevur munin

Annað vikuskiftið á rað noyðast havnamennirnar at lúta fyri Klaksvíkingunum, ið aftur hesa ferð vunnu tryggan 3-0 sigur

Mjølnir-Fleyr 3-0 (25-12, 25-16, 25-22)



Fleyr hevur tað trupult í meistaradeildini í ár. Teir hava spælt fimm dystir í ár og hava tapt teir allar. Næstur teimum eru hitt havnarliðið, Fram, við tveimum stigum, tí við sigrinum í gjár hálaðu Mjølnir seg uppá fýra stig, ið er ájavnt ÍF, men tó við einum dysti meira enn fuglfirðingar.


Sjónligari munur

Í Havn var Mjølnir nógv tað besta av liðunum, og somuleiðis var støðan í Klaksvík. Munurin var kanska enn meira sjónligur, í øllum førum um man hyggur at støðunum í hvørjum einstøkum setti.


Kappingin harðnar

SÍ er á odda í Meistaradeildini hjá monnum, men teir hava spælt tveir dystir fleiri enn Mjølnir og tríggjar fleiri enn ÍF, so tá allir írestandi dystirnar eru spældir, fæst óivað nærri ábendingar um, hvussu støðan møguliga fer at laga seg í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum.