firma-kapping
Kappingin verður spæld komandi vikuskiftið, og í Klaksvík vóna tey, at undirtøkan aftur í ár verður stór. Ikki minst hevur tað verið hugaligt at sæð, at talan hevur verið um fyritøkur úr øllum landinum, sum hava leitað sær norður, og í tíðindaskrivi verður dentur eisini lagdur á, at talan er um eina kapping fyri øll.
- Hetta er ein góður møguleiki hjá fyritøkum at bjóða sínum starvsfólki til ein hugnaligan dag, har kreftirnar verða brúktar eitt sindur øðrvísi enn vanligt, siga tey eisini úr Mjølni.
Kappingin er fyri bæði menn og kvinnur, og treytirnar fyri at luttaka eru, at í minsta lagið eitt konufólk er á hvørjum liði. Eisini er tað ein treyt, at bara ein leikari, sum leikti í bestu deildini í fjør er á hvørjum liðið. Og í mesta lagi skulu tríggir spælarar hava spælt í landskappingini seinasta vetur.
Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin.
Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 13. september, og boðast skal frá á tel.: 223463, Eyðbjørn Andreasen, ella 216602, Marjun Kalsø.