Flogbóltur
TB gjørdi sítt, men tær fingu ikki hjálp frá Drátti, og tí bendir alt á, at Mjølnir verða føroyameistarar í kvinnuflogbólti hetta kappingarárið.
Á Giljanesi varð annars roknað við, at Mjølnir hevði eina sera trupla uppgávu, men royndu kvinnurnar prógvaðu, at tær ikki høvdu nakrar sum helst ætlanir um at fáa gummibein- ella armar, nú so stutt er eftir á mál.
Tó at Dráttur royndi, so megnaðu tær ongan tíð av álvara at skapa nakran veruligan spenning í dystin sunnudagin, og tá Mjølnir so eisini lat vera við at detta í 2-0 felluna, har lið ofta brádliga taka sær av løttum, so kundi úrslitð ikki verða øðrvísi.
Enn hava Mjølnir-kvinnurnar ein útidyst, sum kann arga nakað, tá tær í seinasta umfarinum skulu á Kambsdal, men tað má tó metast sum sera ósannlíkt, at ÍF skal gera nakað sum helst við oddaliðið, og á tann hátt hjálpa TB.
Júst TB var annars liðið, sum var á vitjan hjá ÍF um vikuskiftið, og tann uppgávan var á ongan hátt nakað, sum órógvaði TB. Uttan stórvegis hóvasták varð ÍF sent heim við greiðum 3-0 tapi, og soleiðis tykist eisini TB halda fast um kósina, har tær skulu vinna sítt og so bara vóna, at onkur ger okkurt óvæntað við Mjølnir. Ein hjálp, sum tó tykist alt meira veruleikafjar, so hvørt sum umførini ganga.
Stuttir sørvingar
Hjá monnunum varð bert ein dystur leiktur um vikuskiftið. Hesin var í Sørvági, har Mjølnir var á vitjan, og her eydnaðist Mjønlir at leggja seg einsamalt á odda í bestu mansdeildini.
Fyrstu tvey settini góvu sørvingar tó oddaliðnum dygga mótstøðu, men eftir at klaksvíkinganrir í triðja settinum fingu veruligt glið á spælið, megnaði heimaliðið ikki at svara aftur, og máttu teir tí enn einaferð staðfesta, at teir í ár hava verið akkurát ov stuttir, tá taln hevur verð um dystirnar móti ávíkavist ÍF og Mjølnir.










