Mjølnir heldur fast í vónini

Mjølnir vann uttan stórvegis trupulleikar ímóti Fleyr í meistaradeildini hjá monnum í vikuskiftinum, og við sigrinum halda teir fast um vónina at vinna meistaraheitið. NÚ eru teir bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, ÍF

FLOGBÓLTUR

Mjølnir skuldi vinna dystin ímóti Fleyr leygardagin fyri at halda fast í vónini um at fanga ÍF aftur í oddastríðnum, og hjá Fleyr ráddi eisini um at vinna. Um teir ætlaðu sær heiðursmerki í ár, so skuldu teir vinna dystin ímóti Mjølni fyri at hava nakran møguleika at fanga Fram aftur á triðja plássi.

Mjølnir streyk avstað
Tað var tó oddaliðið úr Klaksvík, sum fekk betru byrjanina uppá dystin. Munurin í fyrsta setti var ikki tann heilt stóri, men Mjølnir vann seg eitt vet fram um Fleyr rættiliga tíðliga, og hesa leiðsluna varðveittu teir allan vegin. Mjølnir vann fyrsta sett 25-20, og so høvdu teir fingið eina góða byrjan uppá týdningarmikla dystin.
Í øðrum setti var gongdin júst tann sama. Heldur ikki hesaferð var serliga stórur munur á liðunum, men Mjølnir tóktist alla tíðina at hava munin. Teir vunnu sær aftur eina lítla leiðslu tíðliga í settinum, og sjálvt um Fleyr var væl við, so megnaði Mjølnir at halda fast allan vegin. Teir vunnu 25-21, og nú førdu teir 2-0.

Spenningur kom í
Fleyr vildi tó ikki gevast uttan víðari. Teir høvdu verið væl við í fyrstu settunum, og í triðja setti fingu teir úrslit fyri sítt stríð. Her vóru teir stutt og greitt betra liðið. Teir vunnið seg fram um rættiliga tíðliga, og spakuliga øktu teir um munin. Móti endanum var slett eingin ivi um, hvønn veg tað ber, og Fleyr vann eisini ein tryggan 25-18 sigur, og nú vóru teir brádliga við aftur í dystinum.
Fjórða sett gjørdist aftur rættiliga spennandi, men hesaferð var Mjølnir oman á. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, men móti endanum dró Mjølnir frá. Teir vunnu fjórða sett 25-22, og sostatt tryggjaðu teir sær ein 3-1 sigur.
Við sigrinum halda teir fast um vónina at vinna meistaraheitið, og nú eru teir bert eitt stig aftanfyri oddaliðið úr Fuglafirði.