Tað er ikki altíð so hugaligt at fáa fremmandar gestir. Serliga ikki um teir eru so framligir, sum klaksvíkingarnir vóru tað í Sørvági leygardagin. Teir tóku tað teimum lysti »á borðinum« og fóru heimaftur við einum greiðum 3-0 sigri, sum var ruddiliga uppiborin.
Tað var greiður munur á liðunum longu í upphitingini. Klaksvíkingarnir vóru meira til dystin fús og tað gav at bíta longu í fyrsta setti. Sørvingar royndu at fylgja við, men einki hjálpti. Klaksvíkingarnir høvdu Jóannes Poulsen og Trygva Poulsen og tað var meiri enn ríkiligt. Jóannes spældi sum í sínum »ungu døgum« og tað var líka mikið um hann blokeraði ella smashaði. Hann vann tað sum hann fekk klørnar í. Serliga merkisvert var hansara spæl móti Jón Nielsen hjá SÍ. Jón er ein sera sterkur smashari, men hann fekk so at siga einki gjørt móti Jóannesi Poulsen henda dagin.
Eisini Trygvi hevði ein stak góðan dag leygardagin og sum vanligt er, vann hann nógvar bóltar á miðjuni. Tó so onkuntíð varð hann blokeraður. Og hann fekk smíl um varrarnar tá venjarin hjá SÍ, sum annars ikki er av størstu monnum, blokeraði hann á miðjum vølli ? við einari hond.
Fyrsta setti endaði við einum greiðum sigri til klaksvíkingarnar. Teir vunnu 15-6 og við tí var greitt, at sørvingarnir ikki spældu so væl, sum teir fyrr hava víst at teir kunnu.
Tá SÍ vann kappingina í fyrstu deild í fjør vóru teir betri mannaðir enn teir eru í ár. Annfinn Joensen, sum var einasti landsliðsspælari har vesturi frá, var ein hollur stuðul í fjør og tað var mett at vera ein dyggur smeitur fyri vágaliðið, at hann fór til Danmarkar at arbeiða fyrr í ár.
Nú eru tað ikki so nógvir á SÍ-liðnum, sum hava royndirnar og umframt Annfinn er tað bara næstan fyrrverandi tingmaðurin og komandi landsstýrismaðurin Jørgin Niclasen, sum hava tær royndirnar at spæla flogbólt á høgum stigi, og hvørgin teirra var við leygardagin og tað merkist.
Jørgin er ikki ein spælari, sum slær serliga hart, men royndirnar gera at hann veit hvar hann skal sláa. Og hetta var saknað leygardagin.
Álopið var alt ov stirvið og illa skipað. Jón Nielsen hevði so avgjørt ikki ein av sínum bestu døgum og tá hann, saman við Jón Falkvard, er berandi álopskreftin á unga SÍ-liðnum, verður torført at fáa nakað burturúr. Nógv av smashum hansara endaðu antin í klaksvíksblokadunum ella fóru heilt einfalt út av vøllinum.
Hjá Jón Falkvard lá eitt sindur betri fyri, og hann hevði hepni til at vinna nakrar bóltar á miðjuni, men tað var ikki nóg mikið, verri enn so. So skal eisini leggjast afturat, at miðálopini vóru rættiliga fá, tí móttøkuspælið hjá SÍ var so út av lagi vánaligt.
Hóast tað, so gekk betri hjá SÍ í øðrum setti. Teir royndu at halda fast og tað saman við at klaksvíkingar slappaðu eitt sindur av gjørdi, at teir fingu fótin eitt sindur fyri seg í øðrum setti. Einu løtuna vóru sørvingarnir frammanfyri og tað sá út til, at teir fóru at vinna settið, men so var ikki. Mjølnir kom aftur í aftur og setti so mikið av ferð á dystin, at SÍ ikki longur megnaði at fylgja við og tí taptu teir. Settið endaði 15-12 til Mjølnir.
Síðsta settið í dystinum var ein avgreiðsluspurningur. SÍ fall nærmast í fátt eftir smeitin í øðrum setti. Teir høvdu møguleikan at taka sett frá Mjølni, eins og teir fyrr hava gjørt tað móti Fram, tá teir bert taptu 3-2 og móti Fleyr, tá teir taptu 3-1.
Spælið hjá SÍ datt sundur og Mjølnir hevði lætt spæl. Álopini bóltaðu omanyvir sørvingarnar og teir megnaðu ikki at gera nakað við trýstið frá klaksvíkingunum.
Móttøkurnar gjørdust ? um møguligt ? verri enn í hinum báðum settunum og uppgávan hjá Kristiani, sum var komin inn ístaðin fyri vanliga hevaran, var so at siga ómøgulig.
Hinumegin netið gjørdu klaksvíkingarnir skjótt av tá teir fingu kjansin og bæði Jóannes, Trygvi, Hjalti og John vunnu fleiri góðar bóltar.Triðja sett endaði við, at Mjølnir vann 15-6 og harvið vunnu teir dystin 3-0.
Mjølnir leikti annars heldur ikki serliga væl leygardagin, men vísti kortini, at teir eru væl betri enn SÍ. Hvussu leikur fer seinni, er sjálvandi ilt at meta um, men Mjølnir er í hvussu er í tí góðu støðu, at teir hava bæði Fram og Fleyr á heimavølli áðrenn jólasteðgin.