Mjølnir gjørdi skjótt av

Flogbóltur: Mjølnir gav ikki ÍF møguleikan at endurtaka sigurin frá seinast liðini hittust á Kambsdali. Mjølnir vann greitt 2-0

ÍF-Mjølnir 0-2


Mjølnir vann ein greiðan 2-0 sigur á ÍF á Kambsdali fríggjakvøldið. Munurin millum fremra liðið ? Mjølnir ? og ÍF, sum liggur aftast, var ov stórur til at fuglfirðingar fingu nakað burtur úr yvirhøvur.

Mjølnir vann øll settini og fór tí yvir um aftur Leirvíksfjørð við báðum stigunum, sum eru so týdningarmikil í stríðnum um silvuri.


Ikki annað væntandi

Tá samanum kemur, so var ikki annað úrslit væntandi undan dystinum.

Mjølnir hevur verið væl leikandi seinnu hevltina av hesum kappingarárinum, men teir hava eisini verið óhepnir til tíðir. Leikandi venjarin hevur sína góðu ávirkan, men aðrir leikarar eru eisini, sum geva liðnum breidd.

Mjølnir ger einki við fremsta plássi í deildini, men kann, um alt vil væl stinga nøsina framum um Fram, sum teir berjast við um annaðplássi í landskappingini.

Í so máta var dysturin fríggjakvøldið sera týdningarmikil fyri Mjølnir at vinna, tí eins og onnur lið, hava teir við hvørt lyndi til at slappa av, tá liðið teir leika ímóti er verri fyri enn teir sjálvir.

Sigurin hevði við sær, at Mjølnir heldur trýstið á Fram um annaðplássi. Havnarmenninir høvdu sítt at síggja til í Havn, har teir høvdu SÍ á vitjan.


Bíða eftir sørvingum

Hjá ÍF er støðan tann, at teir eru ájavnir við sørvingar í stigatalvuni. Um ÍF skal gera sær vónir um at enda hægri enn SÍ, so skal dysturin móti SÍ, sum verður á Kambsdali seinni í ár, vinnast.

Vit vænta í hvussu er ikki, at ÍF fer at gera nakað við Fleyr ella Fram, so tað má verða í dystinum móti sørvingum, at stigini skulu fáast til høldar.

Livst so spyrst. Annars er bara at brynja seg til næsta kappingarár og vóna, at tað fer at hilnast betur enn hetta árið gjørdist.