Kvinnuflogbóltur
Enn er meistaraheitið í kvinnuflogbólti ikki heilt avgjørt. Mjølnir fekk nevnliga stigini við sær, tá tær vitjaðu nú frákoyrdu meistararnar í Trongisvági, og soleiðis er enn ein møguleiki ? um hann enn er teoreitiskur ? fyri, at oddasessurin kann skifta hendur í seinasta umfarinum.
Í Trongisvági hevði TB ikki annað enn æruna at spæla fyri, eftir at tær máttu lúta fyri ÍF seinasta vikuskiftið. Og hesin faktorurin vísti seg at vera ov lítið móti Mjølni, su spældi fyri sínum møguleika.
Tað var annars TB, sum kom betri frá byrjan, men tá Mjølnir veruliga setu trumf á, var tað sum um tímdi TB ikki meira. Tey trý næstu settini var tað Mjølnir, sum sat á øllum, og so var bara at bíða hjá teimum fyri at vita, hvussu leikur fór í Vágunum.
Har gjørdist tað sum kunnugt ÍF, sum dróg longra stráðið, og sum støðan er nú, skal einki minni enn eitt undur til, at fyri at gullið skal fara til Klaksvíkar.
Tað er í øllum førum illa hugandi, at ÍF fer at missa, tá tær í seinasta umfarinum eiga heimadyst móti KÍF, men møguleikin er har framvegis, og enn er bólturin rundur, tó at tey flestu munnu halda, at hann nú er um at gerast dekan ov avlangur.