ÍF ? Mjølnir 0 ? 3(13-25, 16-25, 17-25)
Flogbóltur, meistaradeild kvinnur
Mjølnir leggur framvegis stórt trýst á Drátt. Hesi liðini eru í serflokki í meistaradeildini hjá kvinnum, og kappingin millum tey er hørð. Liðini hava ongar dystir eftir hvørt ímóti øðrum, men allir aðrir dystir skulu vinnast 3-0, tí liðini eru púra jøvn í settum. Fyrimunurin hjá Drátti er, at tær í innanhýsis dystunum við Mjølnir hava vunnið 10 sett, men Mjølnir hevur bara vunnið 9. Tað kann gerast endaligi munurin. So tætt hevur tað ongantíð verið fyrr.
Mjølnir og ÍF spældu dyst fríggjadagin á Kambsdali, og kravið til Mjølnir var, at dysturin skuldi vinnast 3-0. Tað megnaði Mjølnir eisini. ÍF hevði í tveimum teimum fyrstu settunum stórar trupulleikar við at fáa spælið at ganga. Leikararnir gjørdu nógvar villur, og móttøkurnar vóru alt ov vánaligar. Mjølnir legði trýst á við hørðum servum, sum ÍF ikki megnaði at gera nakað við. Samanspælið millum Marjuna Kalsø og Tinu Jacobsen í Mjølni virkaði av besta slag, men annars gjørdi Mjølnir ikki so nógv burturúr, tað var ikki neyðugt.
Í 3. setti gjørdi ÍF eitt stutt skifti ein vørr. Tær vunnu seg nøkur stig frá Mjølni fyrst í settinum og vóru frammanfyri 13-10. Móttøkurnar lógu í hesum settinum nógv betur og tað hevði við sær, at Helen á Lakjuni á miðjuni í ÍF kom við í spælið, og hennara skjótu smash góvu Mjølni trupulleikar. Men tað var ikki nógv mikið, tí Mjølnir hevur nógvar streingir at spæla á, og skjótt var eisini hetta settið vunnið. Sostatt lá trýstið aftur á Drátti, sum sunnudagin skuldi vinna 3-0 á TB.










