Mjølnir ? Fram 3 ? 1, 25-19, 16-25, 25-12, 25-22
Flogbóltur, menn
Spennandi dystur var leygardagin í KÍ-høllini. Mjølnir setti kappingarneytan úr Havnini til viks, og nú tykist bara ÍF kunna hótta Mjølnir.
Í 1. settinum hevði Mjølnir gott tak á øllum, ið varð gjørt á vøllinum. Mjølnir hevði munin, og Fram megnaði ongantíð rættiliga at hótta.
Stórspæl frá Fram
Soleiðis gekk ikki í 2. setti. Fram, sum higartil í landskappingini hevur spælt ógvuliga ójavnt, vísit í hesum settinum hvussu flogbóltur skal verða spældur. Alt gekk sum tað skuldi, og allir menn vóru klárir og stríddust saman. Sune Juul Pedersen gav Fram trygga leiðslu longu tiðliga í settinum, tá ið hann servaði 6 servur á rað. Blokkurin steðgaði álopunum frá Mjølni, og á kantinum hjá Fram slapp 17 ára gamli Høgni Viderøe at royna seg. Hetta er ein spælari, vit heilt víst fara at hoyra nógv til í framtíðini. Romica Pascu hevaði hjá Fram, og hann megnaði at fáa miðspælið við, og tí hevði blokkurin hjá Mjølni stórar trupulleikar.
Fullkomin vend í
Borko Ilic, venjarin hjá Mjølni, segði við sínar menn í steðginum eftir 2. sett, at ungu leikararnir skuldu nú taka um endan, tí sjálvur hevði hann stórar trupulleikar at sláa framvið blokkinum hjá Fram. Rúni Elltør, sum spælir á diagonalinum, og Hjalti Josephsen, sum er miðblokkur, tóku tí størri ábyrgd á seg, og tað, sum eftir var av dystinum, vóru teir høvuðsvápnini hjá Mjølni. Serliga Rúni Elltør var sera góður, og Fram, sum júst hevði spælt sera væl, varð sett til viks og tað so dyggiliga. Framleikararnir vóru ikki nóg klárir, stóðu skeivt og fylgdu ikki við. Mjølnir misti enntá John Syderbø av skaða mitt í settinum, men heldur ikki tí, kundi Fram gera sær dælt av.
Dysturin var í 4. setti ógvuliga javnur, og støðan gjørdist 21-21. Nú ráddi um ikki at gera nakað mistak, men tíverri fyri Fram gjørdu teir 3 á rað. Fyrst eina miseydnaða servu, so tvær púra óneyðugar villur, og Mjølnir hevði dystarbólt. Fram svaraði aftur, men ov seint var, og dysturin var taptur.
Nú skal ganga sera væl hjá Fram, skal gullið til Havnar, men tað ber framvegis til. Einasta liðið, ið nú rættiliga hóttir Mjølnir, er ÍF, sum er ájavnt við Mjølnir í stigum, men tó hevur leikt ein dyst meira. Avgerðin fellur helst í dystunum millum júst hesi liðini.










