Mikukvøldið vóru tveir dystir í flogbóltskappingini hjá kvinnum, sum báðir endaðu við sannførandi 3-0 sigrum. Fleyr var í Kollafirði og vitjaði KÍF, men har gjørdist slett eingin ivi um úrslitið, tí Fleyr gjørdi slætt borð við settúrslitunum 25-8, 25-14 og 25-12.
Í hinum dystinum var Mjølnir á vitjan hjá Drátti á Giljanesi, og sjálvt um klaksvíkskvinnur skuldu sveitta eitt sindur í teimum báðum seinnu settunum, vunnu tær trygt og eiga væl og virðiliga oddasessin á jólum. Settúrslitni vóru 25-12, 25-21 og 25-20.
Framvegis vanta tveir dystir í at spæla í Eik-liguni hjá kvinnum, sum hevur verið rakt av avlýsingum, orsakað av illveðri, kava og øðrum. Nær dystirnir, sum eru Fleyr-TB og TB-ÍF, verða spældir, er ikki greitt í løtuni. Somuleiðis er ein dystur í Eik-liguni hjá monnum millum ÍF og TB eftir at spæla.
Bæði hjá kvinnum og monnum fer landskappingin í flogbólti nú í jólafrí næstu tríggjar vikurnar, tí eingir dystir eru aftur í Eik-ligunum fyrr enn 8. januar.