Mjølnir-Fleyr 3-0 - avgerandi bóltarnir og samanumtøka (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Mjølnir vann tey trý settini, og hoyr Gaja í Brekkuni taka samanum dystin

Mansliðið hjá Mjølnir er trygt á odda í meistaradeildini við fullum stigatali, 12 stigum fyri fýra dystir aftaná 3-0 sigurin á Fleyr á heimavølli í dag.

 

Tað var bara í triðja setti, at Fleyr var væl við. Settmunurin var 25-17, 25-15 og 25-22. SÍ er nummar tvey í meistaradeildini við fimm stigum, Fleyr hevur fýra stig og ÍF er aftast við ongum stigi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Gaja í Brekkuni taka samanum dystin. Gaja staðfestir, at tað sær ógvuliga gott út hjá Mjølnir. Hann væntar tó meira av Fleyr seinni í kappingini, og heldur, at Fleyr hevur tað sum skal til fyri at vinna á SÍ og ÍF.

 

- Mjølnir hevur kvalitetin og vísir tað í dag, men Fleyr hevur eitt gott lið, sigur Gaja í Brekkuni. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Jens Hera Bolstad Mortensen og Sigmund av Teigum hjá Fleyr. 

 

HERber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við avstralska venjaran hjá Mjølni, Phil Freere.