Ein dystur í meistaradeildini hjá monnum var á skránni í gjár, tá SÍ tók ímóti Mjølnir. Bæði liðini høvdu tapt teirra fyrsta dyst, og tí hevði tað stóran týdning fyr báðar partar at vinna dystin í Sørvági í gjár.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$SÍ betri frá byrjan
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
SÍ fekk betru byrjanina í dystinum. Fyrsta settið gjørdist sera spennandi, og liðini fylgdust allan vegin uppá 27-27. SÍ hevði tó havt munin, og Mjølnir hevði ongan settbólt havt hetta settið. Dysturin endaði eisini við sigri til sørvingar, sum vunnu 29-27.
Í øðrum settið kom SÍ ongantíð ordiliga fyri seg, og Mjølnir vann hetta settið trygt, 16-25. Í triðja settið var aftur vent í holuni, tí aftur hesaferð hevði SÍ munin. Teir førdu næstan alt settið og vunnu at enda 25-21.
Nú stóð illa til hjá Mjølnir, sum seinasta vikuskiftið vann sær sætið í steypafinaluni, tá teir vunnu FK-kappingina í Havn. Teir vóru týðiliga skakaðir av ágangandi sørvingunum, og teir høvdu serliga ringt at leika seg framvið vælleikandi verjuni hjá SÍ, sum ferð aftaná ferð bjargaði góðum smashum frá Mjølnir álopinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Mjølnir royndist betri
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Eftir triðja sett var týðiligt, at leikararnir hjá Mjølnir høvdu sæð, hvønn veg tað ber. Teir tóku seg veruliga saman, og eftir hetta var ongantíð nakar ivi, hvat var betra liðið. Mjølnir vann aftur fjórða settið, 16-25. Tað sást á øllum brøgdum, at Mjølnir hevði størri bit í álopspartinum, og nógv bendi á, at sigurin fór at enda í Klaksvík.
Fimta settið hevði júst somu gongd sum fjórða. Mjølnir streyk avstað, og eisini hetta settið vunnu teir trygt. Úrslitið var 8-15, og sostatt hevði Mjølnir fingið sín fyrsta sigur í ár.
Nú er Mjølnir komið í gongd, og teir fara heilt víst at leika við um medaljurnar í ár. Hjá SÍ sær minni gott út. Teir eru heilt góðir í verjupartinum, men í álopspartinum haltar. Um teir skulu gera sær vónir um medaljur, so skulu teir skjótt hava nøkur stig á talvuna.