Flogbóltur
Hjá monnunum var talan um tveir dystir um vikuskiftið.
Á Kambsdali var Mjølnir á vitjan, og eins og hjá kvinnunum, so gjørdist talan um tryggan sigur til útiliðið í uppgerðini. ÍF eru annars meistarar, sum er, men fyri fyrst tykist tað í øllum førum gerast ógvuliga tungt hjá liðnum, sum nú má klára seg uttan Rúna Weihe.
Talan var ikki um tann heilt stóra munin í dystinum, men hvørja ferð avgerandi bóltarnir komu, so var tað Mjølnir, sum vóru teir drúgvaru, og ikki minst man hetta vera ein hugalig kensla hjá liðnum, sum í fjør fleiri ferðir misti dystirnar á stokkinum.
Í Havn var SÍ á vitjan, og her var eingin sum helst ivi um úrslitið. Sørvingar tóku sær av øllum settunum, og sjáldan var nakar spenningur yvirhøvur. Minsti munurin var í fyrsta settinum, tá havnarliðið fekk 19 stig.
Og eins og hjá kvinnunum, so verður talan um eina tætta dystarskrá nú komandi dagarnar. Mikudagin verður dystur í Sørvági, tá Fram fyri fyrstu ferð í ár skal royna seg. Hósdagin skal ÍF vitja hjá Fleyr, og so verður aftur talan um tveir dystir um vikuskifti. Leygardagi nmillum Mjølnir og SÍ og sunnudagin millum Fram og Fleyr.









