Menninir hjá Mjølni eru til reiðar til steypafinaluna, sum verður leygardagin, eftir sigur ein 3-2 sigur á Fleyr. Tað bleiv eisini pláss til Kára Lindberg Müller, sum spældi sínar fyrstu bóltar á besta mansliðnum hjá Mjølni.
- Lagið er gott í Mjølnir leguni undan steypafinaluni leygardagin. Í kvøld vunnu menninir á Fleyr, har allir fingu fitt av spælitíð Liðini skiftust um at vinna hvør síni tvey sett. Fimta og avgerðandi settið vann Mjølnir 15-8. Kári Lindberg Müller fekk sínar fyrstu bóltar á besta mansliðnum hjá Mjølnir og hann kláraði seg væl, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi í gjár.
Mjølnir eru á odda í Meistaradeildini hjá monnum, og hava longu vunnið sær pláss í FM-finalunum, ið verða fyrst í apríl. Steypafinalan verður leygardagin. Tá tekur Mjølnir ímóti ÍF í høllini á Hálsi.
Fleyr – Mjølnir 2-3 (29-31, 25-23, 11-25, 25-17 og 8-15)