Mjølnir er meistari

Tað var einki at rafla um. Kvinnurnar í Mjølni í Klaksvík vóru eirindarleysar, tá ið onnur finalan var á skránni á Eiði í dag.

Fyri viku síðani endaði tað 3-2 til Mjølnir í Klaksvík. Tí varð roknað við, at talan fór at verða um tætta uppgerð í dag, men soleiðis varð tað ikki.

Viljin lýsti av teimum í Mjølni, sum vunnu trý sett á rað og harvið dystin 3-0.

Fleyr royndi í triðja setti at gera ein vørr, og tær bjargaðu fyrsta dystarbóltinum og javnaðu til 24-24. Men so vísti Mjølnir seg at hava yvirskotið, sum er so týdningarmikið, og tær vunnu settið 26-24 og harvið dystin 3-0 og finaluna 2-0 og greipuna, tí fyrr í ár vunnu tær í Klaksvík steypafinaluna.

 

--

 

 

Tað er rættuliga nógv, sum bendir á, at kvinnurnar í Klaksvík fara at vinna FM heitið í ár.

Síðsta vikuskifti vunnu Mjølnir kvinnurnar tøttu fyrstu finaluna á heimavølli 3-2 ímóti Fleyr.

Í dag er nýggjur dystur í ítróttarhøllini á Eiði, og nú tær fara undir triðja settið, er støðan 2-0 til Mjølnir.

Í fyrsta setti fylgdust liðini til 12-12, men so vann Mjølnir 25-13.

Í øðrum setti var Mjølnir leingi greitt á odda, men so tódnaði munurin heilt nógv. Tað gjørdist rættuliga spennandi, tá ið Fleyr vann fleiri stig á rað og minkaði um munin til 23-22, men so svaraðu royndu kvinnurnar úr Klaksvík aftur og tryggjaðu sær sigurin í settinum.

2-0 til Mjølnir sum nú bara er eitt sett frá FM heitinum.