Mjølnir er greipuvinnari fyri triðju ferð upp í slag

Tað tók Mjølni minni enn ein tíma at avgera seinnu FM finaluna móti SÍ. Sigurin avr ongantíð í vanda og Mjølni staðfesti at, tær eru einaráðandi í føroyskum flogbólti. SÍ var skert og misti skjótt vónina um at taka favorittarnar á bóli.

Mjølnir – SÍ 3-0 (25-14, 25-14, 25-9)

- Tær mugu gera onkra drastiska broyting og fáa gleði í spælið. hetta er alt ov lætt hjá Mjølni.
Orðini eigur Kristian Mikkelsen, fyrrverandi landsliðsvenjari og núverndi venjari hjá TB kvinnunum, tá Mjølnir hevði vunnið tvey tey fyrsti settini. Kvinnurnar úr Klaksvík vístu onga náði og herjaði á frá fyrsta til seinasta bríksl, meðan SÍ gjørdi alt og nógvar feilir til at spæla ein kappingarførnan dystin.
Stóripinnur var ikki komin runt eina ferð, so stóð Eina S. Kalsø við FM steypinum í hondini Ein staðfesting av, at Mjølnir er einaráðandi í føroyskum flogbólti. Tær hava nú vunnið greipuna tríggjar ferðir upp í slag.

Seks av seks

FM finalan á hesum sinni vardi bara í seks sett. Mjølnir var omaná frá fyrsta settinum í Klaksvík mikukvøldið til sætta og seinasta settið leygardagin í Trongisvági. Tað nærmasta SÍ kom í stigum var í fyrsta settinum í Klaksvík, tá bara fýra stig skiltu liðini. Tá hevði Mjølnir hinvegin rímuliga gott tak á spælinum.
Besta settið hjá SÍ mundi helst verða annað sett í fyrsta dystinum. Tá spældu tær fult upp við Mjølnir fram til teir seinastu bóltarnar, men tá Annika Niclasen mátti fara av vøllinum við skaða, tók Mjølnir yvir. Tær vunnu triðja settið greitt, og tað gjørdu tær eisini øll trý settini í Trongisvági.
- Mjølnir spældi væl í fyrsta og øðrum setti, meðan triðja setti var ein rein gáva frá SÍ, sigur Kristian Mikkelsen.
Longu undn dystinum í Trongisvági sá uppgávan óvanliga torfør út. Karin Mikkelsen er burturstødd, Tófríð Tausen var eisini burturstødd, meðan Annika Niclasen ikki var blivin klár eftir skaða, sum hon fekk í Klaksvík. Við skerdu manningini mátti SÍ eisini vóna, at Mjølnir ikki spældi upp til sítt besta.
Tað gekk tó skjótt upp fyri øllum í høllini, at álopsmaskinan hjá Mjølni hevði innstilla kanónina. Eina S. Kalsø spældi bæði Sofíu Purkhús og Birgit Guttensen til fleiri bóltar, sum blivu meddaðir í gólvið. 25-14 og ongin skelkur til Mjølnir, sum í steypafinaluni, tá tær taptu fyrsta sett.
Í øðru setti var støðan og gongdin tann sama. Álopsmaskinan koyrdi sum hon skuldi og SÍ helt fram við at hava trupulleikar við at vinna bóltar. 25-14 og Mjølnir hevði beina kós móti meistaraheitinum.
Í triðja og seinsta settinum helt Mjølnir fram við at spæla uttan at gera ov nógvar feilir, meðan SÍ fultkomiliga misti geistin og spæligleðina. Fyri hvønn bólt gjørdist tað greitt, at FM tokið langtsíðani var farið til Klaksvíkar. Tað endaði heilli 25-9, sum eisini sigur nógv um gongdina í dystinum.

Mjølnir einráðandi

Mjølnir hevur nú vunnið greipuna trý ár upp í slag. Tað sigur nógv um styrkina hjá teimum, men nógv bendir á, at fleiri av stuðulsspælarunum fara at takka fyri seg og flyta av landinum.
Hetta kann tí blíva tað seinasta árið, har Mjølnir er so einaráðandi, sum tær eru. Fleiri av hinum liðnum eru í holt við at byggja upp og tað kann ganga skjótt.
- Mjølnir er í somu støðu, sum vit vóru í fyri trimum árum síðani, sigur Annika á Stongum hjá SÍ.
Tá hevði SÍ nakrar aldursbólkar, sum toppaðu og tað sást aftur á vøllinum. Fleiri av teimum eru nú vekk og tað er ikki óhugsandi at Mjølnir kemur í somu støðu nú.
2013 fer í flogbóltssøguna sum árið, tá ongin kundi steðga álopsmaskinuni hjá Mjølni, sum vann greipuna.

Sofía Purkhús:

- Deiligt at seta punktum við greipuni

Í næstum flytir Sofía Purkhús av landinum. Tí var hetta fyribils einastu ferð, at hon spælir fyri Mjølnir.
- Stuttligt at seta punktum fyri hetta kappingarárið við greipuni, sigur Sofía Purkhús, sum hevur verið ein lyklaspælari hjá Mjølni seinnu árini.
Hon er ein týdningarmikil partur í álopsspælinum og er ikki til at steðga, tá hon fyrst kemur í gongd við at smasja. Hóast mótstøðan ikki var so nógv, so tekur tað ikki gleðina frá Sofíu.
- Tað er deiligt, at vit klára at spæla á okkara høga stigi sjálvt um mótstøðan ikki er so sterk. Tær vóru meira uppsettar til steypafinaluna enn í dag, sigur Sofía Purkhús.
Sofía Purkhús hevur verið við til at vunnu allar tríggjar greipurnar.
- Tað er øðrvísi at vinna í ár, tí vit hava verið so suverenar. Vit eru blivnar betri, men tað hevur verið stuttligt sjálvt um tað ikki altíð hevur verið so sterk mótstøða, sigur Sofía Purkhús at enda.

Lena Í Buð:

- Stuttligt at spæla við góðum spælarum

Tað sigur Lena í Buð, sum fegnast um at spælið var gott í finaluni.
- Vit vinna í dag tí vit spæla væl. Vit blokka væl, fáa lagt eitt gott servitrýst og móttøkurnar eru góðar, sigur Lena Í Buð.
Hóast tað gjørdist stórur munur á liðnum, so helt Lena, at tað var stuttligt at spæla.
- Hetta varð ikki ein góð finala fyri áskoðararnar, men tað er altíð stuttligt at spæla við góðum spælarum, sigur Lena Í Buð.
Mjølnir hevur ongan dyst tapt í ár. Tað hevur ávirkað motivatiónina.
- Tað hevur faktist verið eitt sindur ómotiverandi. Hetta kappingarárið hevur ikki kravt so nógv av okkum. Vit hava vunnið sjálvt um vit hava spælt illa, sigur Lena Í Buð.
Lena hevur eisini verið við til at vunnið allar tríggjar greipurnar.
- Hetta avr stuttligt, men ikki líka stuttligt sum FM fyri trimum árum, sigur Lena Í Buð.

Urd T. Traðará:

- Havi lært nógv í Mjølni

Tað sigur Urd T. Traðará, sum er ein av “innflytarunum” á Mjølnir liðnum. Hon kom til Mjølnir fyri tveimum árum síðani frá ÍF, og hevur sett sær eitt greitt mál um at sleppa við landsliðnum til Oyggjaleikirnir í Bermunda í summar.
Urd spældi við Mjølni fram til í vetur, tá hon flutti til Aalborg. Hon kom heim til steypafinaluna og tað gjørdi hon eisini til FM finalurnar.
- Eg kom til Føroyar týsdagin og fari aftur mánadagin. Mjølnir er í einum flokki fyri seg og hevði nokk eisini vunnið uttan meg, men tað er altíð deiligt at koma heim og spæla eina finalu, sigur Urd.
Hon venir til dagliga við HIK Aalborg, men vónar skjótt at kunna manna eitt føroyskt lið, ið kann spæla í bestu deildini í Danmark.
Urd er glað fyri tíðina í Mjølni, sum millum annað hevur givið henni landsliðsboð.
- Eg havi lært nógv siðani eg skifti til Mjølnir. Eg havi lært at hava tamarhald á mær sjálvari tá eg spæli. Tað er eisini øðrvísi at spæla, tá tú vinnur, sigur Urd víðari.
Hon hevur sett sær eitt greitt mál fyri framtíðina. Hon vil á landsliðið, sum í summar fer til Bermuda til Oyggjaleikirnar.

Birgit Guttesen:

- Vit duga ikki at tapa

Tað sigur Birgit Guttesen, sum hevur spælt við Mjølni seinastu fýra árini. Tað var ikki nógv av mótstøðu, ið Mjølnir fingu í finaluni.
- Mótstøðan var ikki líka góða sum onkuntíð fyrr, men vit eru blivnar betri við tíðini. Vit spæla betri í dag, enn vit gjørdu í finaluni fyri trimum árum síðani, sigur Birgit Guttesen.
Hon var sjónlig í finaluni og metir, at hetta var hennara besti dystur í ár.
- Vit gera fáar feilir í dag og eg haldi, at hetta er mín besti dystur í hesum kappingarárinum, sigur Birgit víðari.
Mjølnir hevur ongan dyst tapt í hesum kappingarárinum.
- Tað er ein kunstur at fáa ein vinnaramentalitet á eitt lið. Vit duga ikki at tapa longur, sigur Birgit.
Birgit er uppvaksin í Bø og hevði sína flogbóltsuppaling í SÍ. Men eftir fýra ár í Klaksvík og Mjølni er tað einki serstakt við at spæla móti barndómsfelagnum.
- Tað er ikki nakað eg hugsi um. Eg spældi í fýra ár við SÍ og nú havi eg spælt í fýra ár við Mjølni, sigur Birgit, sum væntandi fer av landinum at spæla flogbólt í summar.