Mjølnir endurvann gullið

Tað eydnaðist ikki kvinnunum úr SÍ at fáa hevnd fyri steypafinaluna í fjør. Aftur í ár standa tær úr Mjølni sum steypavinnarar, hesaferð eftir ein 3-1-sigur.

 

Stórur spenningur var undan finaluni, eftir at Mjølnir og SÍ hava spælt sera javnar dystir í landskappingini í ár, hóast tað var Mjølnir, ið streyk avstað við sigri í báðum dystunum, og harvið helst var lítil favorittur undan dystinum.

 

Tað vóru verandi steypavinnararnir úr Mjølnir, sum vístu, at tær hava fleiri royndar leikarar á liðnum, meðan SÍ hevur fleiri nýggjar. Mjølnir legði nevniliga beetur fyri og vann fyrsta settið 25-21. Í øðrum setti helt Mjølnir fram við at spæla væl og kom skjótt á odda 4-0. Tær løgdu trýst á longu í servunum og loyvdu ongantíð SÍ at koma inn í dystin, og vunnu tær eisini hetta settið trygt 25-16 og gjørdu tað til 2-0 í settum.

 

Eisini í triðja setti kom Mjølnir á odda 4-0 og var á kós til at seta ein tryggan finalusigur á talvuna, men tað vildu SÍ-kvinnurnar øðrvísi. Tær koma ógvuliga væl inn aftur í dystin og við fleiri strúkandi servum frá Karini Mikkelsen løgdu tær seg á odda 7-4. Tær fingu nú spælið at koyra væl og vunnu settið uppiborið 25-19.

 

Triðja settið á rað kom Mjølnir á odda 4-0 alt fyri eitt. Hóast SÍ enn einaferð hevði gott aftursvar og minkaði niður í 5-6, so borðreiddi Mjølnir við sonnum meistaraspæli restina av settinum og vunnu tað stórt 25-11.

 

Mjølnir hevur tískil við 3-1-sigri á SÍ endurvunnið gullið í steypakappingini.