Mjølnir eisini í finaluna

Tað verða ikki bara menninir úr Klaksvík, sum skulu spæla steypafinalu. Kvinnurnar úr Mjølni tryggaðu sær sín finalusess, tá vunnu egnu kapping sína

Mjølnir ? TB 3 ? 1


Flogbóltur, kvinnur


Sum ofta nevnt fyrr, hevur TB-liðið havt javna framgongd seinastu tíðina, og enn einaferð prógvaðu tær, at tær ikki skulu avskrivast.

Liðið kláraði um vikuskiftið at leika seg í finaluna í NS-cup 2001 í Klaksvík, og megnaðu tær m.a. í innleiðandi umfarinum leygardagin at vinna á oddaliðnum Drátti.

Í finaluni møtti TB tí altíð vælleikandi Mjølnir-liðnum, sum enn einaferð hevði klárað at leikt seg í finaluna.


TB best frá byrjan

TB kom best frá byrjan og vann 1. settið, men so fór Mjølnir-maskinaríið í gongd, og tær hálaðu tvey tey næstu settini heim.

Eisini í fjórða setti var Mjølnir klárt á odda; heili 24-20, men við góðum spæli vann TB seg upp á A-24, men so fór luftin úr ballónini, og Mjølnir vann settið 26-24 og hvarvið dystin 3-1. Og samstundis høvdu tær tryggjað sær pláss í steypafinaluni í Havn 17. februar, har tær skulu møta Drátti, sum vann FK-kappingina í Havn.

Liðini liggja á odda í landskappingini og leiktu eisini í finaluni seinasta ár, og tá vann Mjølnir, so roknast kann við einum sera spennandi dysti.